| Ein av hornasteinunum í dagliga virkinum hjá Starvsmannafelagnum eru álitisfólkini. Hesi eru tey, hvørt á sínum arbeiðsplássi, sum hava bæði rætt og skyldu at ansa eftir at arbeiðsplássið heldur seg til galdandi lógir, sáttmálar, fyriskipanir o.a. Somuleiðis skulu álitisfólkini virka fyri best møguligum samstarvi millum starvsfólk og leiðslu. Tá í minsta lagi tríggir limir í Starvsmannafelagnum starvast á eini deild, hava hesir rætt til at velja sær eitt álitisfólk. Hetta er krevjandi álitisstarv, og tí leggur Starvsmannafelagið eisini stóran dent á at vegleiða tey við m.ø. skeiðum av ymiskum slag. Felagið skipar, við jøvnum millumbilum fyri álitisfólkaskeiðum, bæði fyri roynd og óroynd álitisfólk. Eisini hevur landsstýrið boðað frá, at ynskja álitisfólk at fara á skeið, verða hesar umsóknir viðgjørdar við vælvild. |